Guds útvegur
“Guðs atferð er uttan lýti, orð Harrans er skírt og reint; ein skjøldur er hann øllum teimum, ið leita lívd hjá honum.”
2.Sám.22,31
Ein lítil drongur sat og stríddist og roknaði, men fekk ikki stykkið beint; hann royndi bæði á ein og annan hátt, men uttan at tað eydnaðist. Tá kom lærarin og setti seg hjá honum og spurdi hann: “Hevur tú nú minst til at rokna hasi tølini við í stykkið?” – Lærarin peikaði niður í bókina. Tað hevði hann ikki, og so klárnaði tað.
Eg veit ikki, hvussu tær gongst, men mær gongst soleiðis, at eg aftur og aftur standi fastur í roknistykki mínum; nú finni eg eina loysn, nú ein annan, men aftur og aftur koma nýggir knútar at loysa.
Hvussu mong menniskju brýggja ikki høvur sítt við roknistykkinum? Tey hava ásett fíggjarætlan sína, men so rúka vøruprísirnir upp, og so er vónleyst at fáa roknistykkið at passa.
So hevði ein ætlað sær til nakað, men kom kanska á sjúkrahúsið í staðin. Halt fram sjálvur, hvussu ofta kemur ikki feilur í roknistykkið. Eg má aftur og aftur leita til hina kendu sangregluna: “Tá eg kann ongan útveg skoða, sig tú mær útveg tín, o, Gud.”
Hvussu signað er tað ikki, at tá ið vit sjálvi standa púra føst og vita okkum ongi livandi ráð og ikki kenna nakran útveg, tá kemur Gud og spyr: “Vinur mín, hevur tú ikki gloymt at rokna við mær?”
– Jú, hitt mest umráðandi og eina neyðuga, varð so ofta gloymt, tí varð úrslitið heldur ikki, sum tað skuldi.
A.J