Halt teg at Jesusi í storminum
Í Matteus 14,22 lesa vit um Jesus, tá hann gekk á vatninum. Tað vóru lærusveinarnir, sum vóru farnir út við bátinum, men tað bleiv illveður. Tá síggja teir Jesus og halda tað vera eitt spøkilsi. Pætur var eisini við í bátinum, og tá hann sá, at tað var Jesus, sum gekk úti á vatninum, rópti hann á hann og segði: ”Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.” Jesus bað hann koma til sín, og Pætur steig út úr bátinum og gekk ímóti Jesusi. Men tá hann sá aldurnar rundan um seg, bleiv hann bangin. Tá byrjaði hann at søkka. Pætur rópti til Jesus eftir hjálp, og við tað sama tók Jesus í hann og hjálpti honum.
Tá Pætur hugdi at Jesusi, gekk hann á vatninum. Men tá hann hugdi eftir illveðrinum, sakk hann. Hann bleiv bangin og fór at ivast.
Hvat við tær? Jesus biður eisini teg stíga út úr bátinum og ganga ímóti honum. Hann vil, at vit skulu líta á hann og festa okkara álit á hann og hansara orð. Ikki á nakran og nakað annað. Vit uppliva eisini stormar og aldur á okkara ferð, men halda vit okkum til Jesus og lata hann leiða okkum, so skal ongin stormur gera okkum nakað.