Hann list tína mettar við lukku

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Sál mín, Harranum lovi, … hann list tína mettar við lukku, tín ungdómur verður nýggjur sum ørnin” (Sálm 103,5).

Ørnin skiftir fjaðraprýði sítt regluliga, so hon av nýggjum kann hevja seg. Jesaja sigur tað sama í 40,31 “Men teir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast.”

Tað er veruliga hetta, Gud í ófatiligu góðsku og umbæri síni ger og letur okkum uppliva. Vit vóru útslignir, sálarliga og likamliga. Hvussu sál og likam eru flættað saman í hvørt annað, skilja vit ikki. Men hetta er ein sannroynd.  Eitt sjúkrahúsuppihald kann gera ein mótleysan og veikan í langa tíð. Tú ert ikki til nakra verðsins nyttu, og Gud tykist langt burtur. Alt í einum broytist alt og alt gerst annaðleiðis. Himinin er opin, “orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum,” sum skrivað stendur (Róm 10,8). Tú kennir teg frískan, og teir smásnuddir, ið plágaðu, eru nú bara viðfáningur, sum ikki forða mær at kenna meg ungan og lættan at byrja ein nýggjan dag og fara undir at gera eitthvørt til Guds æru.

“Hann list tína mettar við lukku”, gerst satt og veruligt. Orðið megnar tað, tað nevnir. Tá ið vit samanbera tað, vit høvdu uppiborið, og so tað, okkum er givið, syndanna fyrigeving, eitt pláss í Guds æviga ríki, mugu vit undrast og taka undir við sálmaskaldinum í Sálmi 103: “Sál mín Harranum lovi!”

Harranum lova, sum alt so væl fyri tær greiðir,
honum, sum heilsu tær gevur og kærliga leiðir!
Váða og neyð ei teg at nema hann beyð,
valdið um heimin hann eigur.
(SB 3,3)