Hann var funnin
”Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar; ”
Luk.15,5
Á hvørjum ári verður hildin ein stór missiónsstevna í Basel í Schweitz. Á einari slíkari stevnu skuldu einaferð tíggju ungir menn verða vígdir til trúboðarar og sendir út í heidningalond.
Teir stóðu allir á rað, og ein prestur gekk fram við teimum og spurdi hvønn einstakan: ”Hevur tú funnið frelsara tín?” Og hvørja ferð fekk presturin svarið: ”Ja!” Men so knappliga svarar ein: ”Nei!” – Presturin hvakk við.
”Nei,” sigur hesin ungi maðurin uppaftur við gráturødd: ”Frelsarin hevur funnið meg!”
N. týddi