Hann vildi gleða faðir sín

“Verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald! Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara.”
1.Tess.5,16-18

 

Har var vorðið so tómligt heima. Móðirin var nýliga deyð. Jørgin og faðir hansara búðu saman og royndu at vera alt, teir kundu, fyri hvønn annan. Hvørt kvøld gingu teir túr saman og prátaðu sum javnlíkir um alt.

Soleiðis gingu mánaðirnir, inntil Jørgin knappliga fekk so ómetaliga nógv at gera. So skjótt, hann kom úr skúlanum(hann gekk í studentaskúla), fór hann inn á kamar sítt, læsti hurðina og arbeiddi við einumhvørjum, meðan faðir hansara sat einsamallur. Faðirin syrgdi. Hevði hann mist álitið hjá dreinginum, ella hvat var á vási?

Tann dagin, faðirin hevði føðingardag, kom Jørgin tíðliga inn til hansara og setti seg á songarstokkin hjá honum.

“Ger so væl, pápi, hetta er føðingardagsgávan frá mær.” Hann legði ein stóran pakka á dýnuna. Faðirin opnaði pakkan, og í honum var eitt snotiligt útskorið skrín. Sjálvandi var faðirin bæði glaður og ovfarin, tí skrínið var sera vakurt.

“Er tað hetta, tú hevur tikist við bæði tíðliga og seint?” spurdi hann.

“Ja, pápi, eg vildi gleða teg.”

“Takk, mín góði drongur, tað hevur tú eisini, men eg vil, at tú skalt vita, at eg eri betri við teg, enn við gávu tína. Eg havi onga størri gleði, enn at vera saman við tær.”

Eisini vit strevast við skríninum og hava so ringa tíð til at vera saman við himmalska faðiri okkara. Vit steingja okkum inni í strevinum við at fáa skrínið liðugt og lata Gud standa uttanfyri og banka uppá.

Tað er okkum sjálvi, Gud vil hava – fyrst. Hann vil hava inniligt samfelag við síni. Ikki halgimennum leitar Gud eftir, men syndarum, sum vilja koma og vera hjá honum til tess at verða frelstir frá syndum sínum. Latum eisini okkum fara inn til hansara – hóast vit koma tómhent. Og hava vit fyrst verið hjá honum, so kunnu vit fara í holt við skrínið. Tí tað skal hann fáa onkran dagin – sum tøkk frá okkum.

Vit vilja eisini gleða himmalska faðir okkara.
Úr “Solstrejf på vejen” eftir H.E.Wisløff. tj. týddi