Harrans trø verða mett av vætu

Skrivað: Poula R. Olsen

“Harrans trø verða mett av vætu”. Sálm. 104, 16

Í morgunandakt her fyri, vísti prestur á, at tað at seta seg undir Guds orð, er sum at seta seg undir
ein foss av vatni, og bara lata renna yvir seg og móttaka frá Gudi.

Eg havi hugsað somu mynd viðhvørt, tá eg taki mær plantunum heima, seti tær í eitt kar av vatni
ella brúsi útyvir tær. Á hendan hátt kunnu tær taka til sín tað, ið tær hava tørv á, og føðslan er tengd
at tí vatninum, ið eg oysi yvir tær.

Á eini familjulegu lærdu vit ein barnasang, ið er gjørdur útfrá Jeremia 17, 7-8: “Eg vil vera sum eitt
træ, plantað tætt við vatnið, líta bert á Jesus, so vaksi eg”. Og tað er júst tað, ið vit eiga at minnast
til: sum Maria at seta okkum við Jesu føtur og fáa frá honum . Um tað stendur í Sálma 1, at hann, ið
grundar yvir Harrans lóg, tvs brúkar tíð uppá orð Harrans: …er eins og træið, plantað við áarløkir,
ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar (Sálm. 1,3).

Mega vit tí minnast til, at lata okkum ríka av tí føðslu, ið Harrin hevur at geva. Hann vil virka eftir
sínum vilja og til sína tíð.