Harrin er hirði mín

Skrivað: Magnus Hansen

Sálmur 23.

Dávid hevði sjálvur verið hirði og visti, hvønn týdning hirðin hevði fyri seyðafylgið. Hann leiddi tað fram til grasgóðar fløtur og til áir við rennandi vatni. Seyðafylgið var trygt undir hirðans leiðslu, og hóttu rovdjór tað, so vardi hann tað við keppinum og stavinum. Og Dávid syngur um Harran sum hirðan í lívinum hjá sær.

Dávid var ikki av Guðs bestu børnum. Men vit hoyra eisini, tá ið hann hevði syndað, at tá klæddist hann í sekk og øsku og bað Guð um fyrigeving. Og Guð fyrigav honum, tí hann angraði av hjarta tað, hann hevði gjørt. Og vit lesa í GT, at Dávid var mætasti kongur, ið ísraelsmenn høvdu havt.

Í okkara dagliga lívi kunnu vit hava ymiskar meiningar um hetta og hatta. Onkur vil fara til høgru og annar til vinstru. Onkur heldur tað vera í lagi, sum ein annar als ikki heldur er tað rætta. Soleiðis eru vit menniskju. Tað veldst um, hvørjum jørðildi ella úr hvørji mentan, vit eru sprottin og úr hvørjum vinkli, vit síggja tingini. Men eitt eiga vit ongantíð at gloyma. Tey menniskju, sum vit ikki eru samd við, eru eisini skapað í Guðs mynd.

Tá ið Saul kongur lá Dávidi eftir lívinum og hjálparmaður Dávids vildi drepa Saul, segði Dávid: “Einki ilt skalt tú gera honum; tí at hvør leggur hond á salvaða Harrans og sleppur undan óskalaður?” (1 Sám 26,9)

Guð hjálpi okkum ikki at særa okkara næsta.