Harrin er ljós mítt
”Av Dávidi. Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast? ”
Sálmur 27,1
Væl er hann staddur, sum við sálmaskaldinum kann taka henda vitnisburð í sín munn.
Men nú spyrt tú, hvussu tað er møguligt at kunna eiga frelsuna í Gudi mitt í hesi syndafullu verð, har vit næstan í heilum bara síggja og hoyra um óndskap, hat, stríð og deyða. Jú, tað er møguligt, tí tá ið Gud sá, at tað var ómøguligt hjá menniskjanum sjálvum við egnum mátti at uppfylla hansara lóg til fullkomuleika, tá gjørdi hann tað møguligt fyri okkum við at senda Jesus Kristus sum ljós av høgum himni til at reka burtur heimsins myrkur. Og Guds fyriskipan var henda: ein og hvør, sum vil trúgva, at Jesus er komin at frelsa frá synd, fær fyrigeving í hesi trúgv. Hetta er at síggja Harrans ljós og at ognast frelsuna. Tá er Harrin lívsins vernd, og hvør er tá at óttast?
Vit hoyra mangan um menniskju, ið bera seg at sum dárar. Tá ið tey varnast, at tey eru stødd í heimsins myrkri – hava vaðið út í synd og gudloysi – og so ein dagin hóma glæmuna av Harrans ljósi, tá skunda tey sær bara longri inn í myrkrið, burtur frá Harrans andliti. Tey, ið flýggja frá Gudi, hava orsøk at óttast; ein dagur skal koma, tá ið hvørt knæ skal boyggja seg fyri Gudi, og hvør tunga skal játta, at Harrin er Gud. Tá hava hesi ongan møguleika uttan at biðja fjøllini og heyggjarnar fjala tey. Hesi hava nakað at óttast á Harrans degi, tí hann kennir tey ikki. Í staðin fyri at lata glæmuna av Harrans ljósi – Guds kærleika og náði – leiða tey út úr heimsins myrkri og inn í Jesu armar, so rýmdu tey longri og longri burtur. Tey trúðu kanska, at tað var ómøguligt at eiga frelsuna í eini so syndafullari verð.
Men so vist sum vit taka við trúnni á Kristus, so vist verður Harrin okkara ljós og frelsa, og so vist fáa vit eisini vísdóm og styrki at stríða lívsins stríð í Harrans navni, soleiðis at lívið fær virði.
Vilt tú eiga og varðveita Harrans ljós, so skalt tú ikki stara í vónloysi inn í heimsins myrka óhugna, men fara upp í tað liðið, sum roynir at bera boðskapin um frelsu og frið út millum manna. Tá ið Harrin er vernd tín, hvønn skalt tú ræðast? (Sl.27,1)
n.