Harrin hjálpir
”Kom mær at bjarga, Guð, Harri, skunda tær mær til hjálpar! ”
Sálmur 70,2
Nógvir sálmar eru skrivaðir í svárari neyð. Teir flestu av teimum eru langir. Teir vella fram úr tí á tremur fylta hjartanum hjá sálmaskaldinum; orðini troka á, neyðin gevur honum onga hvíld; í greiniligum neyðarkallum og longum bønum leggur hann sak sína fram fyri Gud.
Gud havi lov, at vit hava loyvi til at oysa út úr einum yvirfyltum, neyðstøddum hjarta, og at tað er ein, sum hoyrir bønirnar.
Summir neyðsálmar eru heilt stuttir, sum nú Sálmur 70. bønin verður savnað í hetta: ”Harri, skunda tær mær til hjálpar!”
Av og á, tá ið neyðin leikar rættiliga á, orka vit ikki tær longu bønirnar. Ein veit neyvan, hvat ein skal biðja um. Tað verður einans til: ”Harri, skunda tær mær til hjálpar!”.
Ja, tað hendir, at bønin ikki verður til meira enn eitt ljóðleyst suff.
Men eisini hetta suffið hoyrir Gud. Lít á, at hann kemur fyri at hjálpa tær.
n.