Harrin vælsigni teg og varðveiti teg

Skrivað: Martha H. Mýri

“Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og verið tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið!” (4. Mós 6, 24-26)

Einaferð bleiv eg spurd um at taka liturgiska partin í eini føroyskari jólagudstænastu í Oslo, tí prestur hevði fingið forfall. Mín uppgáva var millum annað at lyfta hendurnar upp og lesa hesa signing yvir kirkjuliðið. Eg kendi meg als ikki verdugan til hesa uppgávu, og tað bleiv tí ein rík andalig løta fyri meg at lesa hesa ríku signing yvir føroyingar í Noregi, vinir og míni allar nærmastu. Eg havi hoyrt hesa signing alt mítt lív og sungið hana eisini, men eftir hesa jólagudstænastuna hevur hon verið nakað heilt serligt fyri meg. Hesi orð eru so stór og so sterk, at tey geva okkum alt tað, vit hava tørv á til okkara likam og sál og í lívi og deyða. Signingin umfevnir okkum av Guds stóra kærleika, fullur av náði, fyrigeving og frelsu. Tað er ein stór signing í tí og ein sælur friður at leggja alt í Guds hond. Vit kunna bera hesa signing víðari og leggja alt tað, vit hava at gleðast um, alt tað, vit eru hørm um, og alt, vit stúra fyri í Guds hond. Vit kunna bera hesa signing yvir okkara familju, vinir, grannar, land og fólk. Tað er so vælsignað og takk Gud fyri tað.