Háttið tykkum ikki eftir hesum heimi!

Skrivað: Anna Absalonsen

“Og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mega fáa at royna, hvat ið er Guds vilji, hitt góða og hugnaliga og fullkomna.” (Róm 2:12)

Í heiminum eru nógvar freistingar og avbjóðingar hjá einum kristnum menniskja. Tað er sera skjótt at áhugamál, arbeiði og gerandisdagurin sum heild fylla so nógv í okkara lívi, at vit verða drigin burtur frá Jesusi. Tað er skjótt at lutir og annað, ið tykjast meinaleys kunnu gerast okkara avgudar. Í heiminum er einstaklingurin í miðdeplinum, men Jesus ynskir, at vit ikki eru eins og tey vantrúgvandi. Vit skulu hava HANN í miðdeplinum og elska okkara næsta meir enn okkum sjálv. Hetta er tó lættari sagt enn gjørt, men vit mugu minnast til, at aftaná hetta stutta jarðarlívið, bíðar ein ævinleiki – antin saman við Gudi ella burturfrá Gudi. Tað er ikki fyrr enn vit avnokta okkum sjálv og vera umskapað og ynskja at tæna honum og okkara medmenniskjum, at lívið sanniliga fær innihald. Heimurin er svikaligur og óstøðugur, men Jesus er í ævir tann sami. Hann hevur lovað, at hann altíð fer at elska okkum. Hetta vísti hann langa fríggjadag, tá hann doyði fyri allar okkara syndir. Minst til at siga takk fyri tað!