Heilagi Andin var yvir honum
“Og Heilagi Andin var yvir honum” (Luk 2,25).
Tvey elligomul fólk siga frá í Nýggja testamenti. Símeon og Annu, ið gleddust um barnið, Jesus, ta ferðina hann var borin niðan í templið at verða umskorin. Símeon verður lýstur á tann hátt, at Heilagi Andin var yvir honum. Hvat vil tað siga? Kann hetta henda okkum vanligum menniskjum?
Ja, tí Heilagi Andin er bønarinnar andi. Tað er tann máttur, ið ger menniskjað áhaldandi í bønini. Um Símeon verður sagt, at Heilagi Andin hevði gjørt hann varan við, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrr enn hann hevði sæð hin salvaða Harrans, altso Messias, frelsaran. Hetta hendir enn dagin í dag, tá ið menniskju hava áhaldandi verið í bøn. Gud veitir eina innari gleði og vissu um, at bønin er hoyrd, líka mikið um viðkomandi sjálv/ur fær tað at síggja.
Ein móðir doyði í trúgv og fór frá nógvum ikki umvendum synum. Áðrenn hon legði eyguni saman í deyðanum, segði hon við prestin: “Nú eri eg vís í, at teir koma til persónliga trúgv.” Stutt áðrenn kistan varð sett í moldina, hendi hetta, at tveir teirra komu til persónliga livandi trúgv, greiddi presturin frá.
Símeon hevði longst og áhaldandi biðið Gud at lata lyftini um ein nýggjan Dávid, ganga út. Hann hevði fingið vissu um, at hann skuldi fáa loyvi at síggja bønina ganga út. Hvønn sá hann? Eitt púra vanligt fátækrabarn. Men í honum sá hann mannin, sum segði: “Eygu míni hava sæð frelsu tína, sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg, eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, fólk títt” (Luk 2,30-32). Fyri at kunna síggja mín frelsara, mína einastu vón, menniskjunnar vón í honum, sum doyr ein syndarligan deyða á Golgata. Hesum upplýsti Heilagi Andin mær. Hetta hendir enn dagin í dag.
Sum Símun búgvist eg á ferð
heim hjá tær, Gud, at vera,
sum akurin, ið staðin er
og búgvin til at skera;
tú heystsins harri, Jesus mín,
nú leingist sál mín’ heim til tín,
hjá tær er gott at vera.
(Slb. 493,5)