Heimlongsulin
”Ja, vit hava gott treyst og hava bestan hugin til at fara burtur úr likaminum og vera heima hjá Harranum. ”
2.Kor.5,8
Eftir tíðina úti á Atlantshavinum leitar laksurin niðan aftur í somu ánna, sum hann sá dagsins ljós í, at gýta. Eins og so nógvur av náttúrunnar skapningum hevur hann eitt instinkt, sum leiðir hann hundraðtals fjórðingar móti tí máli, sum hann ikki kennir, men sum hann av eini ella aðrari óforkláriligari orsøk verður drigin at.
Stundum kemur spurningurin, um menniskjan hevur ein slíkan mátt bygdan inn í seg, men sum í heimsins meldri og stríði er mestsum kámaður burtur.
Vanliga verður hesin spurningur afturvístur við at siga, at slíkt hvørki kann prógvast ella mótprógvast. Finst ein staður ella ein tilvera, sum okkum øllum leingist eftir ella verða drigin at? Eg trúgvi, at so er. Djúpt í sinninum liggur ein longsul, sum vit kunnu látast ikki at vita av og bart út avnokta, men sum kann fáa avgerandi týdning fyri alt okkara lív, um vit lata hann sleppa framat.
Veruleikansmaðurin Paulus talar um at vera ”heima hjá Harranum”, ja hann sigur bart út, at um hann hevði sloppið at valt, vildi hann heldur ”farið burtur úr likaminum og verið heima hjá Harranum”.
Ígjøgnum øll ættarlið hava tey kristnu sungið um himmalin, um heimið og um paradísið. Á okkara døgum sveima rúmdarmenn í hópatali úti í rúmdini, so vit líka sum tora ikki longur at syngja um himmalin. Ongin himmal er har uppi í blánanum, og heldur ikki nakar Gud, segði ein, sum óivað ikki mundi hava havt eyguni við sær. Hetta sigur bert, hvussu tankar okkara eru bundnir til tað, sum hesumegin er, tað materiella.
Himmalin, sum tann trúgvandi leingist eftir, er ikki ein staður, men ein tilvera.
Vit vita ikki nógv um himmalin og um heimið. Men vit vita, at Jesus Kristus er har, og at kærleikin valdar øllum har.
Har finst, hvør gleði eg havi mist,
hvør vón, sum her mundi bresta.
Har býr mín Frelsari, Jesus Krist,
og pílgrímslið hitt besta.