Heimsins størsti prædikumaður

“Av teirri grund leggi eg mær sjálvum eina við altíð at hava óskadda samvitsku fyri Guði og monnum.”
Áps.24,16

 

Lat meg siga tær eitt sindur um heimsins størsta prædikumann. Hesin prædikumaður hevur størri vald á mannahjørtum enn nakað annað menniskja og er ein framúrskarandi vekingarboðberi. Meðan aðrir prædikumenn telja áhoyrarar sínar í hægst túsundum, talar hesin prædikumaður til milliónir.

Eg sipi til samvitskuna!

Samvitskan vendir sær ikki bara til ein ávísan bólk av menniskjum ella undir ávísum veðurlagslíkindum, men til øll samfelagsløg og allar aldursbólkar undir himmalhválvinum. Samvitskan ger eins og náðin ikki mannamun.

Hennara tænasta byrjaði í Edens urtagarði við Ádami og Evu. Við logandi mótmæli lat hon rødd sína ljóða, tá ið blóðið á hinum rættvísa Ábeli varð úthelt. Hon tosaði hart í hjartanum hjá Jákupi. Hon fann sær veg inn í kongsborgina hjá Dávidi og stóð sum ákæri yvir fyri Judasi og Pilatusi.

Og gjøgnum øldirnar, sum farnar eru, er tala hennara ikki vorðin kámari og minni óskiljandi, og meðan aðrir prædikumenn eru tagnaðir, og onnur sendiboð eru vorðin jarðað, heldur samvitskan fram við sínari missión.

Hesin prædikumaður er ikki bara nøgdur við at tala frá prædikustólum og pultum á lærdum háskúlum, men letur rødd sína ljóða í heimum og skúlum, í handlum og á virkjum, í haga og á sjónum. Ja, eingin mannafótur megnar at stíga so langt, at hesin prædikumaður ikki fylgir við. Hann verður ongantíð móður og unnar sær onga hvíld. Hann letur rødd sína ljóða ikki bara ein hálvan ella ein heilan tíma um dagin, men dag og nátt, samdøgrið runt.

Verður samvitskan viðfarin, sum hon skal, so hon fær rætt sín, tá ið hon talar, verður hon menniskjunnar góði vinur og kæri vegleiðari og uggari. Hon uggaði Jósef niðri á botninum í brunninum, hon gjørdi Dánjal tryggan í leyvubølinum,, hon fekk Paulus at syngja á miðjari nátt í tí myrka fangahúsinum, og hon hjálpti Pæturi at sova trygt, tá ið hann væntaði sær at verða dripin morgunin eftir. Samvitskan er nevniliga Guds tænari, sum gevur frið og veitir treysti.

Um vit ikki lurta eftir samvitskuni, verður hon ein fíggindi, og vit koma í neyð og trupulleikar.

Samvitskan doyr ikki. Heldur ikki komandi ár tagnar røddin, ja, heldur ikki í ævinleikanum!

Samvitskan sigur altíð sannleikan, og boðskapir og dómar hennara plikta. Øll, sum hava kúgað og hildið rødd hennara niðri, koma at bøta fyri tað; men ikki ein tann einasti, sum fylgir samvitskunnar ráði, fer nakrantíð at angra tað.
“kirkeklokken” E.Campbell umsetti