Heimskapprenningin
“Men hetta sigi eg, brøður, at tíðin er stutt” (1 Kor 7,29).
Paulus hugsar her um heimskapprenningina. Vit kunnu róliga siga tað sama um tíðina, okkum er máld. Vit vita, at hon er stutt. Ein orðing um lívið saman við Gudi, ið fleirstaðni verður endurtikið í tí heilagu skrift, er tí, at tað verður líknað við eina kapprenning. “Eg havi fullrunnið skeiðið!” skrivar Paulus til Timoteus í brævinum úr fangahúsinum í Róm, nú hann veit, at hann skjótt skal líða deyðan. “Tit, ið byrjaðu í anda,” brigdar hann galatum, “ætla tit at enda í holdi?” (Gal 3,3)
Hvussu er vorðið hjá okkum? Vit eru ikki so hugagóð longur at renna. Einaferð var tað mær ein stuttleiki í góðum, liggjandi veðri at ganga millum býir. Kundi taka ein heilan seinnapart, at ganga hús úr húsi og síðan teir fimm kilometrarnar heim aftur um seks-tíðina á kvøldi. Í dag, kilometur-túrurin til keypmannin, má steðga á hálvvegis fyri at blóðið skal kunna ferðast gjøgnum tær kálkaðu æðrarnar í beinunum.
So verður tað eisini ein freisting at lata himnavegin bíða nakað. Er mær tørvur at vera ansin tunguni og sínum gáloysnum. Nýtist tað mær á ellisárum at fara til allar gudstænastur, serstakliga í ivaveðri? Ella, tá møðin tyngir á kvøldi at biðja langar aftanbønir? Rætt er, at ein hevur hug at taka sær av løttum, tað hevur verið mín lutur mangan. Havi roynt at bast hesum mangar ferðir og eisini vunnið á hesum. Hvussu er nú vorðið, nú ein er komin høgt upp í árini?
Tíðin er knøpp, tí eiga vit at renna. Djevulin má ikki fáa loyvi at billa okkum inn, at hetta er bara galdandi okkum gomlu.
So gangi hvør til sítt egna yrki,
og byggi hvør so Guds hús og kirkju,
tá fært tú eydnu og huga til
at gera gagn, rætt sum Gud tað vil.
(SB 556,4)