Heldur akker títt?
Skrivað: Ester A. Dalsgaard
“… sum vit hava eins og akker sálarinnar, sum er trygt og fast og fer allan vegin inn um forhangið;” Hebrearabrævið 6:19
Jesus er okkara akker, uttan Hann er tað lætt hjá okkum at fella og fara av leið. Hetta akker heldur okkum fast, so vit ikki snáva. Ein vakur sangur hjá M.C. Restorff sigur: “Heldur akker títt, tá ið stendur á?” Hetta eru sera góð orð, og nakað ið er vert hjá okkum at hugsa um.
Hvussu sterk standa vit í trúnni, og hava vit sett alt okkara álit á Jesus? Tá ið stormarnir veruliga herja á í okkara lívi, hvíla vit tá trygt í Jesusi? Tora vit at geva Honum alt okkara álit?
Um eg ikki havi sett mítt álit á Jesus, so veit eg við vissu, at mítt akker fer at svíkja í storminum. Eg megni ikki av mær sjálvari, at standa ímóti øllum, ið heimurin kemur við. Um eg ikki seti alt mítt álit á Jesus, so drívi eg avstað í storminum.
Tað, ið er so fantastiskt við Jesu deyða og uppreisn, er at náðin er nýggj, hvønn ein morgun. Um mítt akker ikki helt nóg væl í gjár, og eg fall í synd, so kann eg hvíla trygt við, at Jesus doyði veruliga á krossinum fyri meg, og tá eg biðji um fyrigeving, ja so eri eg veruliga fyrigivin. Stormarnir ýla rundanum okkum, og tí er tað sera umráðandi at vit leggja alt okkara álit á Jesus, so Hann stillar stormarnar í okkara hjørtum. Tað er onki, ið vit skula ella kunna gera av okkum sjálvum, einans hvíla í Jesusi og takka Honum fyri Hansara stóra verk á Golgata.