Henda vegin hava vit ongantíð gingið áður

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Tí at tit hava ongantíð gingið hann áður” (Jós 3,4).

Tað var ta ferðina, ísraelsfólk skuldi fara yvir um Jordaná og inn í lovaða landið, at herovastin Jósva gav teimum atgerðarboð við hesi grundgeving: “Tí at tit hava ongantíð gingið hann áður.”

Tað er undursamt at standa og vita við vissu: um stutta tíð skalt tú yvir ta myrku á, sum er markið millum henda heim og tað æviga. Størsta hending mær hevur verið fyri, síðan eg eg kom inn í henda heim, skal nú viðurfarast mær. Mong eru farin sama vegin undan mær; men hvat hjálpir tað mær, tí eg eri so avgjørt ikki komin tann vegin áður. Tað ókenda, ræðir. Soleiðis er støðan í løtuni. Myrka stovan, dimmi skógurin gjørdu okkum óttafull í barnaárum; og nú er tað deyðans ógongda myrkur, hvussu verður tað? Tú sleppur ikki undan hesi hugsan. Deyðin vitjar á ymiskan hátt. Hugsa tær at fara hiðani sum ein vinur mín, sum varð funnin deyður í song síni tann morgunin, 75-ára dag sín. Doyði, meðan hann svav. Hvør, ið kundi fingið loyvi til tað!

Her hevur eingin nakað ræði, og einki er okkum kunnugt frammanundan. Vit eru uppi í einum ættarliði, sum er ómetaliga errið av síni vitan og hava hug at læa at fávitsku teirra, ið undan okkum fóru. Tað er helst tilskilað okkum gomlu at fata, at okkara vit og skil er ófatiliga lítið í mun til tað, vit ikki vita – og nevnliga so ómetaliga týdningarleyst. Mánadust er mær týdningarleyst sammett við spurningin um, hvar eg lati eygu míni upp, eftir at havi latið tey aftur her á síðsta sinni.

Mær er vegurin ókunnuður. Veit bara eitt: frelsarin er farin undan mær. Í trúgv á hann siga vit:

So leggi eg meg í Jesu navn,

hann vakir við deyðans strendur;

tá morgunin rísur, eg nái havn,

har syngjandi skarin stendur;

tá kyssa eg skal í sælum gleim tær naglamerktu hendur.

(Hms. 574,6)