Aftur til forsíðu

Hesin doyði fyri sínar fíggindar

Hesin doyði fyri sínar fíggindar

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Og tá ið teir komu á tann staðin, sum kallast Skallin, krossfestu teir hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin og annan vinstrumegin. Men Jesus segði: “Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!” (Luk 23,33-34)

Her verður tað fullkomna menniskjað hongt á ein kross og avrættað sum heimsins størsti brotsmaður. Eingin kundi siga Jesus sekan í nakrari synd. Órættvísin skríggjar til himmals. Kortini umber hann teir, ið fara so illa við honum.

Heimssøgan veit um fleiri, ið góvu sítt lív fyri onnur. Ein mamma ella pápi, ið gav sítt lív fyri at bjarga børnunum. Ein, ið ofraði seg fyri vinir sínar. Men her er ein, ið gevur sítt lív fyri sínar fíggindar.

Paulus skrivar: “Meðan vit enn vóru veik, doyði Kristus til ásetta tíð fyri gudleys. Tí at valla man nakar ganga í deyðan fyri ein rættvísan; — fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði viljað doyð; — men Gud sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.” (Róm 5,6-8)

Tað løgna er, at tað var endamálið við at lata seg føða inn í henda falna heim! At lata sítt lív fyri syndarar. At gera okkum brotsmenn og -kvinnur sátt við skapara okkara, áðrenn vit sjálv høvdu nakran møguleika at bøta um viðurskifti okkara við Gud!

Eingin skilti hann – sjálvt ikki hansara egnu – at vegurin heilt frá byrjan lá út á Golgata. Bara Faðirin skilti hann.

Eg eri ein syndari; eg havi sjálvboðin vent Gudi bakið, tí er hetta eisini galdandi fyri meg! Og eg veit, at tað eisini er galdandi fyri teg. At her doyði ein rættvísur í okkara stað, og at vit tí sleppa undan!

Bara tí hann elskar falnar syndarar. Júst meg og júst teg!

Trúgva vit tí, eiga vit tað! Takk, Jesus!

A+