Hevur tú frið við Gud?
Jeremia 6,14: “So lættliga grøða teir brek fólks míns við bert at boða frið og aftur frið, tó at friðurin er úti”.
Hetta versið er skrivað av Jeremia í einari tíð, har avgudadyrkan var gerandiskostur. Fólkið vildi ikki geva sær far um Guds orð. Ja, Jeremia fer so langt, at hann sigur í sama kapittli: “Sí, orð Harrans er vorðið teimum vanvirðiligt og hóvar teimum ikki”. Fólkið gjørdi gjøldur við Guds heilaga orði.
Gott nokk skrivar Jeremia hetta fyri langari tíð síðani. Men um vit hyggja eftir, hvussu tað stendur til í okkara samfelagi í Føroyum í dag, kundi hesin boðskapurin so ikki verið skrivaður til okkara? Er hesin boðskapurin ikki akkurát líka viðkomandi í dag?
Hyggur ein eftir, hvussu boðskapurin til okkara ljóðar í dag í nøkrum kirkjum, talarastólum, miðlum og so framvegis. So hoyra vit alt ov ofta ein boðskap um, at alt nokk skal ganga. At vit liva í einari tíð, har Guds orð ikki passar inn longur. Vit mugu tilpassa okkum eitt nútíðar samfelag, har ein kann gera, sum ein vil, so leingi tað ikki gongur útyvir sín næsta. Hygg bara eftir, hvussu gongdin hevur við etisku málunum seinastu árini. Hetta er vanvirðing av Guds heilaga orði.
Hvussu er við tær? Verður tú drigin við rákinum, sum bert vil boða frið og at alt nokk skal ganga, og gloymir at grunda yvir, hvat Guds orð sigur? Ella ert tú ein av teimum, sum hevur frið við Gud?
Hvat sigur so Guds orð? Guds orð lýsir, hvat friður er, klárari enn nakað annað. Tí friður er at hava frið við Gud.
Jesus sigur í Lukas 8,48: “Men hann segði við hana: “Dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg. Far tú í friði!”
Hví kundi henda kvinnan fara í friði? Tí hon hevði fingið frið við Gud. Tí at hennara friður var knýttur at Guds orði og ikki friðinum í hesum heimi.
Hvussu er so við tær? Hevur tú frið við Gud, tá ið hann kemur aftur?
- Gud hjálpi okkum at hava frið við hann og einki annað.