Heystardagurin
“Sólin skal umskapast til myrkur og mánin til blóð, áðrenn hin mikli og dýri dagur Harrans kemur.”
Áps.2,20
Heystardagurin er ein stórur dagur, ein mikil og dýrur dagur.
Hvør minnist ikki frá barni av, at hvørt ár kom heystardagurin, tann dagurin, hoyggið varð borið inn, tann dagurin, eplini vórðu upptikin, tann dagurin, gásin kom heim úr haganum, tann dagurin, menn komu heim av fjalli við slakti. Men heystardagurin segði eisini nakað um váringina. Hjá honum, sum illa hevði várað, var heystardagurin ikki so ríkur, sum hann annars átti at verið.
Vit, sum tilkomin eru, hava upplivað mangar heystardagar. Men lat okkum ný steðga á og spyrja okkum sjálvi: takkaðu vit Gudi, sum gav okkum alt, honum, sum lat árið vignast fyri okkum – í hvørjum arbeiði vit so standa? Høvdu vit hjartalag á heystardegnum at geva nakað til hansara ríkis arbeiði?
Og lat okkum spyrja okkum sjálvi, um heystardagurin einki hevur at siga okkum um, hvussu váring okkara var. Okkara mannalív hevur árliga bæði vár og heyst.
Í Guds ríki er eitt langt vár, eitt heilt mannalív – tó stórur munur kann vera hjá teim einstøku – men heystardagurin er ein med alla, felags fyri øll. Nær hesin heystardagur kemur, veit eingin uttan Gud faðir. Tá sendir hann sendiboð síni út um mannaheimin at skilja sundur tey, ið váraðu væl, og tey, ið váraðu illa í lívi sínum. Tey, ið váraðu væl, eru tey, sum við trúgv á Jesus Kristus liva í tí treysti, at allar syndir teirra eru teimum fyrigivnar fyri hansara líðing og deyða skuld. Tey eru tann góða grøðin í Guds ríki, tann grøðin, ið verður varðveitt um ævir, meðan hin verður brend. Vinur, hvør dagur er okkum ein dagur at vára í, at arbeiða upp á okkara egnu frelsu, fyri ikki at dagurin skal koma dáttliga á okkum, tá ið sólin verður til myrkur og mánin til blóð.
Gud elskar okkum, og orð og lyftir hans halda. Lat okkum líta á lyfti hansara, tá ið hann sigur við okkum: “Og tað skal verða, at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.«” Áps.2,21
n.