Hin góði hirðin setur lív sítt til fyri seyðin
“Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar” (Jóh 10,11).
Nú havi eg ein verfaðir, sum dámar sera væl at fáast við seyð og alt tað, sum hevur við bóndalívið at gera. Og tá lembingin var í hæddini í vár, var ikki nógv annað í tonkunum á honum enn seyður og lomb. Tað at vera klárur, tá tað er brúk fyri honum í sambandi við lembingina, at hjálpa har sum tað tørvast, tað er tað, sum hann ynskir.
Og tað er júst tað, sum Jesus nevnir um hin góða hirðan. Jesus, sum er hin góði hirðin, ja, tann allarbesti hirðin, hann vil gera alt fyri at vera saman við okkum og at hjálpa okkum. Jesus fór enntá so langt, at hann setti sítt lív til fyri okkum, tá hann doyði og reis uppaftur páskamorgun – alt fyri at eg og tú kunnu fáa samband aftur við okkara faðir í himli. Jesus vil so inniliga, at vit vilja liva okkara lív saman við honum. Og hví ikki liva okkara lív saman við tí, sum kennir okkum fult og heilt og sum elskar okkum? Tað er trygt at verða í tí fylgi, har sum Jesus er hirði. Lat okkum altíð hjálpa hvør øðrum at halda fram við at fylgjast saman við Jesusi.