Hin livandi vónin

”Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur. ”
1Kor.15,20

 

Tað svitast ikki, at Kristus veruliga er risin upp. Kirkjan er grundað á hesa hendingina – henda veruleika.

Og kirkjan boðar, at uppreisn Jesu er frumgróðurin, tað merkir, at hann er fyrsti parturin av tí innheystingini, sum skal savna øll tey trúgvandi til eitt ævigt lív í gleðini heima í Guds ríki.

Eins vist, og tað er, at Kristus reis upp frá deyðum, er tað, at vit skulu rísa upp. Í trúnni á Kristus hava vit eina livandi vón um eitt lív, sum vit við gleði kunnu síggja fram ímóti.

Tað lívið hevur uppruna sín í sigri Jesu Krists á synd og deyða. Tað lívið vil Jesus leiða okkum inn til. Og tað lívið sleppa vit eisini at liva longu her og síðani liva vit víðari í einum nýggjum og ríkari heimi inni fyri Guds trúnu.

Páskamorgun boðar ikki bert, at Kristus reis upp, men eisini, at vit skulu reisa upp. Hann doyði og reis upp okkara vegna; ikki bert fyri at sýna vald sítt yvir fyri deyðanum. Tað hevði hann gjørt frammanundan, tá ið hann vakti upp sonin hjá einkjuni í Nain, og tá ið hann vakti upp dóttur Jairusar, og at enda, tá ið hann kallaði Lásarus út aftur úr grøvini. Men páskamorgun varð hin endaligi og avgerandi sigurin vunnin á deyðanum fyri at vit skulu liva – liva ævigt.