Hin seinasti uppihaldsstaðurin

Skrivað: Torgeir Petersen

“Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi viðvíkjandi teimum, sum sovna burtur, fyri at tit ikki skulu syrgja eins og hinir, sum ikki hava vón” (1.Tess 4,13).

Støðan er tann, at samkoman í Tessalóniku er komin út fyri tí, at deyðin hevur tikið nøkur teirra burtur. Hetta hevur síðani virkað við til, at tey nú eru í stórari sorg, samstundis sum støðan eisini hevur vakt eina óvissu í samkomuni, hvat nú skal henda við teimum, ið sovnað eru burtur – Paulus hevur eitt svar uppá hendan spurningin.

Paulus hevur skilt, hvar tann síðsti uppihaldsstaðurin hjá teimum, ið hava sett sítt álit á Jesus er – og hetta vil hann ikki, at hansara brøður og systrar í Tessalóniku skulu vera óvitandi um. Paulus veit, at fyri tey ið doyggja í trúnni á Guds son, Jesus Kristus, eiga ein ævinleika saman við Gudi í væntu, har gleðin ikki kann lýsast við orðum – ja, har eingin sorg og pína skal hava nakað vald, men Guds umfevnandi kærleiki skal ráða í allar ævir. Tí heitir hann tey á, at ikki syrgja eins og tey, ið onga vón hava. Hetta er tann vónin, sum vit eiga, ið hava sett okkara álit á Jesus: at deyðin ikki er okkara seinasti uppihaldsstaður, men deyðin einans er ein brúgv inn í ævinleikan, har Jesus sjálvur skal leiða okkum inn við teimum gjøgnumnegldu hondunum, ið vunnu okkum ein ævigan sigur á Golgata.

Á tann troyst! Tað er fullgjørt! Jesus bjóðar tær hesa vón!

Við hesi vón, ið einans Jesus kann bjóða, kanst tú taka í móti hesum troystarríka boðskapinum: “Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi viðvíkjandi teimum, sum sovna burtur, fyri at tit ikki skulu syrgja eins og hinir, sum ikki hava vón”.

Við trúgv á Jesus, har er vón!