Hitt óbroytiliga

”Trúfesti og rættferð hans handaverk er, álítandi eru boðorð hans øll; føst tey standa um allar ævir, gjørd tey eru í sannleika og rætti ”
Sálm.111,7-8

 

Má innihaldið í kristindóminum ikki skifta við tíðunum? Tey, sum spyrja soleiðis, skilja ikki eitt vet av øllum. Um innihaldið í kristindóminum var eitt system av tonkum, eitt kompleks av einfaldum ugganargrundum, so mátti tað óvíkiliga fylgt móta tíðarinnar, hugsað tíðarinnar tankar, hildið fram rødd hennara. Men nú er kristindómurin tað beint mótsetta, ein veruleiki frá Gudi, syndin yvirvunnin gjøgnum Jesu heilaga lív, deyðin yvirvunnin við sæla deyða hansara og gleðiligu uppreisn. Tað eru ikki tankar og ugganarrøður, vit prestar skulu bera fram, vit skulu bert peika á hin krossfesta og upprisna og so hvørva skjótast møguligt og við øllum okkara.

 

Men ein veruleiki kann ikki broytast ella skerast til eftir tíðarinnar kravi. Vit kunnu broyta lærusetningar, men um Jesu tómu grøv páskamorgun – um hana geldur tað: Er sjúka okkara frá ævi av, má lekidómur okkara eisini vera tað.

Á Golgata heyggi í urtagarðinum hjá Jósefi úr Arimeteu.

Oscar Geismar. Jákup av Sandi týddi