Hjá Gudi er alt møguligt.

Skrivað: Petur Absalonsen

“Meðan hann enn talaði, kemur nakar heiman frá forstøðumanninum fyri samkomuhúsinum og sigur: “Dóttir tín er sloknað ger meistaranum ongan ómak longur.” Men tá ið Jesus hetta hoyrdi, svaraði hann honum: “Óttast ikki; trúgv eina, so skal hon vera bjarga!” (Luk 8,49-50).

Her hoyra vit, um tá ið Jairus fekk at vita, at dóttirin var deyð. Dóttirin, ið Jesus júst var ávegis at grøða. Hvussu ræðuligt man tað ikki hava verið? Grøðingin var ávegis, men hon kom ov seint.

Men Jesus hevði ikki mist vónina, tí hann hevði aðrar ætlanir. Hann segði at Jairus skuldi trúgva, so skuldi dóttirin verða bjarga. Og vit lesa seinni, at Jesus vakti dóttirina upp frá teimum deyðu.

Hvussu er so í dag? Koma vit til Jesus við okkara trupulleikum og tí, vit stríðast við? Tí tá ið Jesus hevur vald á deyðanum, sum fyri okkum menniskju er endastatiónin fyri hetta lívið, hvat megnar hann so ikki at gera fyri okkum?

Tískil mugu vit læra okkum at vera eins og Jairus. At koma til Jesus við øllum. Sjálvt tí, sum í mannaeygum er ómøguligt. Tí Jesus kann gera undir enn í dag. Tað krevur bara, at vit trúgva og at tað, sum vit biðja um, er eftir Guds vilja.

So lat okkum hyggja at trupulleikunum saman við Jesusi, og hann vil vælsigna okkara dag.