Hjá Gudi kom alt uppá pláss
“Men tú, verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um, við tað at tú veitst, av hvørjum tú hevur lært tað, og við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus” (2 Tim 3,14-15).
“Eg hevði nógvar og ymiskar spurningar. Svarini fann eg ikki í nýátrúnaði, ikki í yoga, healing, meditatión, shakravenjing, dreymatýðing, aromabað… Tá eg fann aftur til barnatrúnna á Gud, mistu allir mínir spurningar meginpartin av týdningum sínum. Hjá Gudi kom líkasum alt uppá pláss!”
Hetta er vitnisburðurin frá kendu norsku lista– og sjónleikarakvinnuni, Inger Lise Rypdal.
“Tá eg hugsi aftur á barnaárini og barnatrúnna, so gav gudstrúgvin mær tryggleika. Eg visti, hvaðani eg kom, og hvagar eg skuldi fara. Eg visti, at eg ongantíð var einsamøll, og kendi meg elskaða og varda. Høvuðsgrundin til hetta var, at eg eri eitt bønarbarn. Omma hevði altíð tíð til mín og bað altíð fyri mær. Eg upplivi nú, at Gud er tann sami, sum tá eg var barn. Sum vaksin dugi eg betri at lurta og bíða eftir honum og at síggja, at tingini skulu henda í hansara tíma” sigur Inger Lise.
Mong kunnu taka undir við henni. Kanst tú?
Í barnaárunum hoyrdi tú um Gud og Jesus. Tú varð lærdur at biðja til Jesus, syngja og koma saman um hann, og gjørdi tað eisini í álvara og við gleði. Hóast alt hetta upplivdi tú kanska, saman við fleiri, at tá barnaárini vóru fortíð, var barnatrúgvin, bíbliulesnaður, bønin og Jesus-gleðin eisini fortíð.
Hóast tú fekst bestu andaligu byrjan uppá lívið, kanst tú enda á skeivari leið, um tú ikki støðugt livir í og hjá Jesusi. Ger sum Inger Lise, um Jesus og kristnilívið er fortíð hjá tær.
Vend tær aftur til Jesus. Bið tína barnabøn einaferð enn, tí Jesus er tann sami.