Hjálp til freistingina

Skrivað: Petur Súni Jacobsen

“Tykkum hevur ikki onnur freisting verið fyri enn menniskjulig; men Gud er trúfastur, sum ikki vil loyva, at tit verða freistaðir út um tað, tit orka; men sum saman við freistingini eisini vil gera útgongdina út úr henni, so at tit kunnu halda tað út” (1 Kor 10,13).

Menniskju verða hvønn dag, á ein ella annan hátt, freistað til synd, og tíverri falla vit ofta.

Her fáa vit at vita, at tað er ein møguleiki at vinna á freisingini, men tað er einans møguligt saman við Gudi. Eingin freisting er ov stór ella torfør at vinna á, og hetta er ein sera stórur uggi. Tí er tað týdningarmikið at halda seg tætt at Gudi, áhaldandi biðja og lesa Bíbliuna og annan góðan uppbyggjandi lesnað. Hetta gevur styrki og vísdóm, og pláss til Andan at virka tað góða innií okkum.

Tey flestu vita, hvussu torført tað er at seta tíð av til Guds. Tað er oftast okkurt annað, sum líka skal gerast, og áðrenn ein veit av, er songartíð, orkan er uppbrúkt, og tá er ein ofta ov troyttur til lesnað og bøn. Eisini um hetta má ein biðja til Guds um hjálp. Minst til, at um Gud er við okkum, hvør kann tá verða ímóti okkum, og hann vil fegin hjálpa okkum úr freistingini og nærri at sær. Set álit títt á Gud, og gev honum tína tíð, og tú skal uppliva dýrd hansara.