Hjarta tykkara verið ikki óttafult!
Í Jóhannesar evangelium kapittul 14, vers 1, stendur: “Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Gud, og trúgvið á meg!”
Jesus fyrireikar her lærusveinarnar uppá himmalferð sína. Í sínum kærleika til lærusveinarnar, sigur hann somuleiðis við teir “Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar;“ (vers 18) “Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum.“ (vers 26) “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum;” (vers 27)
Jesus troystar her lærusveinar sínar við hesum orðum. Var tað neyðugt? Jú, Jesus kendi hjørtuni og stúranir teirra, júst sum hann kennir mínar og tínar stúranir. Hann veit, at tað er menniskjaligt at stúra og verða bangin. Tí uggar hann lærusveinarnar og okkum øll við hesum orðum “Hjarta tykkara verið ikki óttafult! Trúgvið á Gud og trúgvið á meg!”
Jesus elskar okkum, og ynskir ikki at vit skulu stúra, men at vit skulu hvíla í trúnni á faðirin og sonin. Ímeðan vit bíða eftir at sleppa heim í teir himmalsku bústaðir, kemur andin okkum til hjálpar her á fold. Tí eiga vit ikki at stúra, men bert hvíla trygt hjá Jesusi. Hetta er trygt og gott at hvíla í!