Hjúnalagið

”Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.”
Jes.9,6

 

Ein av prestum okkara talaði uppi í KFUK. Hann greiddi millum annað frá einari smágentu, sum æt Ingrid. Tann dagin, hon fylti 10 ár, rópti pápin hana inn til sín og segði: ”Nú ert tú tíggju ár, og frá hesum degi skalt tú sjálv byrja at biðja dagliga Harran vísa tær, hvør hin rætti hjúnafelagin er fyri teg, tá ið tann tíðin kemur.”

 

Ingrid vaks upp, giftist og fekk eitt lukkuligt lív. Hon og maður hennara vóru trúboðarar og tæntu Harranum í mong ár í útlondum. Tey hava eisini skrivað bøkur.

 

Tá ið eg hoyrdi hetta, kom eg at minnast til, hvat ið trúboðarin Anne-Lise Madsen skrivar um tað sama í bók síni, ”Kvinde, hvorfor græder du?” Í 9.kap.skrivar hon m.a.: Í Orðtøkunum 31 fáa vit eina ógvuliga vakra mynd av einari dugnaligari konu. Tað er móðir Lemuels, sum her undirvísir soni sínum og lærir hann, hvussu hann skal fáa eitt eydnuríkt lív. Frá 10.versi sigur hon soni sínum, hvussu stóran týdning tað hevur, at hann fær hin rætt hjúnafelagan.

 

Eg má viðganga, at eg havi biðið fyri børnum okkara, heilt frá tí tey vóru pinkubørn, at tey máttu fáa hin rætt hjúnafelagan. Vit hava tosað opið við tey heilt frá barnaárunum, hvussu stóran týdning tað hevur, hvønn tú velur at fylgjast við gjøgnum lívið. Tað týdningarmesta er at verða føddur av nýggjum og liva við Jesusi. Men tað, sum síðan er týdningarmest, er at velja hin rætta hjúnafelagan. Um vit eru líkasæl her, kunnu vit oyðileggja alt lív okkara. Mamma segði einaferð við meg: ”Tað er betri, Anne-Lise, at tú livir einsamøll alt lív títt, enn at tú fært ein mann, sum tú ikki kanst liva í samlag við!” Øll trý børn okkara tæna Harranum saman við hjúnafelaga sínum. Tað er stórt og nógv at siga takk fyri.

 

Anne-Lise hevur rætt. Tey munnu vera mong, sum hava grátið síni móðigu tár, tí hjúnalagið fór í sor. Ov seint sóu tey, at tey høvdu verið ov sjálvráðin og ikki spurt Harran um ráð. Eitt av nøvnum Harran er ”ráðgevi” (Jes.9,6). Hann, sum hevur skapt okkum veit, hvør ið best hóskar saman við okkum, eins og tveir brikkar, sum liggja saman lið um lið í einum puslispæli.

 

Børnini líða eisini nógv undir tí, tá ið hjúnalagið skrædnar. Í 50-unum varð ein pláta nógv spæld, har eitt ørindi ljóðaði soleiðis:

Barnets lille verden er bygget kun på sand,
synker den i grus, når han synger sådan:
Kom hjem, lille far, mit tog er gået itu,
ingen kan hjælpe mig med det mere nu,
hvor er her dog trist, her hjemme hvor vi bor,
og tænk dig, om natten da græder min mor.
E.Campbell