Hóast tú ert ungur
“Tá segði Harrin við meg: Sig ikki: Eg eri so ungur! Men far allar staðir, hvar eg so sendi teg, og tala alt tað, sum eg bjóði tær” (Jer 1,7).
Ein tann mest brúkta umberingin hjá ungum menniskjum í dag. ”Eg eri ov ung/ur”. Gud visti væl, hvussu ungur Jeremia var, hvussu ungur Dávid var, Jósef, Sámuel og øll hini ungu og smáu, sum Gud brúkti í bíbliuni. Hóast Gud visti, at tey vóru ung, forðaði tað ikki Gudi at kalla og brúka tey.
Í Filminum ’Facing The Giants’ er ein samrøða millum ein pápa og sonin. Pápin sigur við sonin, at hann veit, Gud hevur stórar ætlanir við honum. Sonurin spyr pápan: ”Hví hevur hann so skapað meg so lítlan”, har til pápin svarar: ”fyri at vísa, hvussu stórur hann er”
Gud valdi eisini ung fólk, hóast øll rundan um ikki hildu nakað serligt um tey. Tað týdningarmesta var, at tey vóru lýðin Guds kalli!
Ert tú lýðin?
Jesus leitar upp hin eina,
um tú minst av øllum er.
Vísir tær sín kærleik’ reina,
sum ein góður faðir ger.