Hoyr Guds orð og varðveit tað
”Men hann segði: »Ja, men sæl eru tey, sum hoyra Guðs orð og varðveita tað.« ”
Luk.11,28
Her í 11.kapitlinum sigur Lukas frá, hvussu tann harri Jesus lærir fólkið, hvussu hann grøðir tey sjúku, og hvussu hugtikin fólk eru av tí. Serliga er tað ein kvinna í mannaskaranum; hon kann ikki byrgja undran síni inni; hon má siga hugsan sína. Og orðini koma at verða ein málbering um hvussu sæl tann kvinnan var, ið ognaðist ta eydnu at gerast móðir hansara. Og kvinnan talar ikki í tóman heim; orð hennara fáa aftursvar; og tað er tann harri Jesus sjálvur, ið svarar henni.
Tað eru orð hennara um at vera sælur, hann tekur upp aftur. Hvør er sælur? Hvørji eru sæl? Tað eru tey, sum hoyra Guds orð og varðveita tað.
Sælan at verða móðir hansara kundi bert ognast einum menniskja, bert ognast Mariu moy; og tað hevði verið fátæksligt, um sælan bert kundi ognast tí eina menniskjanum. Men nú letur tann harri Jesus eisini okkum sleppa upp í part. Bert vit hoyra Guds orð og varðveita tað, so eiga vit hesa sæluna.
Hevur tú annars ongantíð ansað eftir, at tað uppaftur og uppaftur er sagt um Mariu, móður Jesu, at hon goymdi øll hesi orðini í hjarta sínum? Og tað mundi vera hetta fram um alt, ið gjørdi hana sæla.
Tær og mær stendur eisini henda sælan í boði. Vit vilja taka við henni; vit vilja eins og Maria varðveita orðið og tað skal so koma at veita okkum signing, bæði her og um ævir.
Chr.Høj