Hugsa tær at verða til nyttu fyri Jesus
”Og hann fór tá inn í annan bátin, sum Símun átti, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi; og hann settist tá niður og lærdi mannfjøldina úr bátinum” (Luk 5,3).
Hetta er ikki tað stóra, ið Pætur verður biðin um av Jesusi. Rógv eitt sindur út frá landi, soleiðis at Jesus kundi undirvísa fyri øllum teimum, ið vóru savnað á landi.
Pætur gjørdi tað, sum Jesus segði.
Nógv kristin ynskja at verða brúkt av Gudi – tað er gott. Vit ynskja gjarna at seta okkara fingramerki á, men hava kanska ta kenslu, at Gud ikki gevur mær tær stóru uppgávurnar, har eg veruliga kann koma til sjóndar. Ella eg seti meg ikki føran fyri teimum uppgávunum, tí tað passar ikki til mín. Soleiðis kann ein gott hugsa. ”Handan uppgávan tykist so lítil og óneyðug, og hatta er ikki nøkur tænasta fyri Gud”.
Men hvat hevur Pætur hugsað, tá Jesus bað hann rógva eitt lítið sindur út frá landi? ”Hví er tað altíð eg, sum fái tær keðiligu uppgávurnar?” Ella hevur hann bara gjørt tað – sum eina tænastu fyri Gud – glaður fyri at sleppa at arbeiða fyri hann?
Í dag kemur Jesus umborð á tín bát. Hann sigur kanska tað sama, ið hann segði við Pætur. Rógv eitt sindur út frá landi. Tað er ikki tað stóra, sum hann krevur, men hann tørvar teg. Um Pætur ikki vildi rógva út frá landi, so hevði Jesus ikki kunna undirvíst soleiðis, at øll hoyrdu.
Men lýdnið hjá Pæturi í tí smáa var bara byrjanin til ein stóran og ríkan gerning fyri Jesus. ”Og Jesus segði við Símun: ”Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn!” Og teir drógu bátarnar upp á land og fóru frá øllum og fylgdu honum.” Og restin er søga.
Hugsa tær at verða til nyttu fyri Jesus.