Hungur eftir Guds orði

”Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. ”
Matt.5,6

 

Ein prædikumaður tosaði einaferð um at hava góðan matarlyst.

 

Hann gekk út frá skriftorðinum í erva: ”Sæl eru tey, ið hungra …” Matt.5,6

 

”Um vit ikki hava góðan matarlyst, tá ið vit skulu eta,” segði hann, ”so er okkurt galið. Annaðhvørt eru vit sjúk, ella hava vit etið okkurt í ótíð, annars høvdu vit kunnað etið.”

 

Hann segði ógvuliga livandi frá, hvussu hann einaferð arbeiddi saman við einum manni, sum hevði tann óvanan at eta ís á heimvegnum.

 

Tá ið hann so settist til borðs heima, var hann als ikki svangur, skeldaði um matin og orkaði einki at eta. Kona hansara spurdi hann einaferð, hví hann brádliga einki át, og tá ið hon hoyrdi orsøkina, segði hon, at um hann bar seg soleiðis at, so fór hon ikki longur at gera mat til hansara.

 

Tað hjálpti – men hvussu mikið meira mugu vit so vera varin við, hvat ið vit gera áðrenn møtini. Fylla vit okkara tankar við hesum heimsins tingum, so kunnu vit lætt missa hugin til Guds orð og í staðin finna brek við øllum.

 

Men koma vit á møti við huga til Guds orð, til sang og vitnisburð, tá vil Harrin metta okkara sálir, so vit kunnu ganga fram á hansara vegi og eisini verða eitt fyridømi fyri onnur.
Effie Campbell umsetti