Húsið á klettinum

Skrivað: Rósa Pólsdóttir Olsen

Vit kenna øll líknilsið, sum Jesus fortelur í Matteus 7, 24-27 um tey tvey húsini. Tann klóki maðurin bygdi húsið á hellubotn, meðan dárin bygdi á kyksendi. Hetta líknilsi sigur okkum, hvussu vigtigt tað er, hvat vit byggja okkara lív á. Byggja vit tað á nakað, sum forferst, ella byggja vit á nakað, sum stendur í ævir? Hetta lærir okkum eisini, hvussu vigtigt tað er, at vit lurta eftir profetum, sum tala sannleikan um Guds orð. Sum læra okkum at grunda okkara trúgv á tað, Jesus hevur gjørt, soleiðis at vit kunnu blíva frelst. Jesu deyði og uppreisn er eitt rimmarfast grundarlag. Tað rinkar ikki í lívsins stormum, og tað stendur fast, tá glopraregni brestir á. Um vit byggja okkara trúgv á tað, sum vit sjálvi fremja, so fellur okkara lív saman, um ikki áðrenn, so við dómadag.

Jesus sigur í hesum brotinum at ein og hvør, sum hoyrir hetta og ger eftir tí. Hetta kemur beint aftaná fjallaprædikuna, tá Jesus lærir sínar lærusveinar upp í kristnilívinum. Tá vit hoyra orðini um Jesus, og tað hann hevur gjørt fyri okkum, so fylgir ein handling við.

Evangeliið sigur, at vit mugu grundað okkara trúgv á Jesu deyða og uppreisn og ikki á okkara egnu handlingar. Men tað merkir tó ikki, at okkara handlingar onki hava at týða. Tær eru nemliga alt avgerandi fyri okkara medmenniskju. Handlingin er soleiðis, sum vit bera evangeliið víðari.

Munurin á tí klóka manninum og dáranum, er ikki at tann klóki maðurin lurtaði eftir Jesu orðum, og dárin ikki lurtaði. Nei, teir lurtaðu báðir eftir tí, sum Jesus segði, men dárin gjørdi ikki eftir tí, hann handlaði ikki. Men tann klóki lurtaði og handlaði fyrst og fremst við at grundað hansara trúgv á tað, sum Jesus gjørdi og síðani við at spyrja seg sjálvan: “Tá Jesus hevur tikið alla mína synd og dóm á seg, hvat krevur tað so av mær í dag?”

Um vit øll stilla hendan spurningin til okkum sjálvi, so vil Gud fáa æru ígjøgnum okkum, og vit loyva honum at arbeiða í okkum.