Kristin uppaling

”Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. ”
Orðt.22,6

 

Eitt lítið barn er júst komið í heimin. Tað liggur og hyggur spyrjandi og bangið rundan um seg. Tað veit einki um heimin. Barnið er spildurnýtt – hevur enn einki lært. Uppgávan hjá øllum foreldrum er at læra barnið um lívið, sum tað veksur til – at læra tað um Jesus og Himmalin og alt, sum har til hoyrir.

Tann lærdómur, ið eitt barn fær heiman, fylgir tí alt lívið. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at vit læra børnini um Gud – bæði heima og við at senda tey í sunnudagsskúla og á ungdómsmøtir og í kirkju.

Tann trúgvin, tú hevur, og tær áskoðanir, tú hevur, og tær avgerðir, tú tekur, eru grundarlagið í lívi tínum. Grundarlagið verður bygt upp gjøgnum øll tíni barna- og ungdómsár, og tú, sum trýrt á Gud, skilir, at um tú ikki lærir barn títt um tess skapara og frelsara, er møguleikin har, at tað als ikki kemur til trúgv á hann. Er tað ikki betri at hava givið lærdómin víðari, so tú hevur reina samvitsku og kann lata barn títt fara út í lívið við einum sterkum og tryggum grundarlagi? Tá hevur tú gjørt títt. Tá kennir barnið Jesus. Um tað so velur at fylgja honum ella ikki, verður ein søk millum tað og Várharra.

Men sum ørindið sigur: Tað, sum verður lært frá barnsbeini, situr so fast, at tað fylgir tær til deyðadags.

Má Gud hjálpa okkum at bera henda ríka lærdóm víðari til komandi ættarlið.
s.