Hvagar fert tú?
”Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann. ”
Matt.7,13-14
Skjótleiki og ferð eyðkennir okkara øld. Ongantíð áður hava so mong ferðast so ofta, so langt og so skjótt, sum vit gera í dag. Ofta undrast vit á, hvagar tey ætla sær, øll tey, sum koma við fúkandi ferð móti okkum í endaleysum røðum á vegunum. Sjálvandi hava tey eitt mál. Vit høvdu undrast stórliga, um vit møttu onkrum, sum fór sum eitt fok eftir vegnum uttan at vita, hvagar hann ætlaði sær. Fullkomiliga høpisleyst!
Tú ert á ferð í dag. Tú ferðast gjøgnum lívið. Sekundini og minuttirnir renna framvið. Ferðin økist so hvørt. Tí tú manst hava eitt mál? Ella er lívsferð tín høpisleyst?
Hvat hjálpir, um tú kanst njóta ferðina á einum breiðum motorvegi í einum luksusmodelli, um tú koyrir skeiva leið?
Tú mást velja millum tveir vegir. Á øðrum koyra tey, sum ikki vita, hvagar tey ætla sær, men ugga seg við, at mong koyra sama vegin. Hesin vegurin endar í glatan.
Hin vegurin gongur til himmals, til Guds. ”Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.« ” Op.21,4. Ert tú á veg hagar? Hesin vegurin eitur Jesus Kristus, hann, sum hekk á krossinum at bøta fyri syndir tínar, og sum hevur gjørt tær ein bústað til reiðar í himli.
Hvagar fet tú?
Himmelveien. Effie Campbell umsetti