Hvar er tøkk tín?

”og hann kastaði seg fram eftir rommum fyri føtur hansara og takkaði honum; og hann var ein Sámáriubúgvi. ”
Luk.17,16

Hvør var hesin, sum kastaði seg fyri føtur Jesusar og takkaði honum? Og hví takkar hann?

Hetta var ein av teimum vanvirdu samáriubúgvunum, sum Jesus hevði bjargað heilsuni hjá! Við vegin standa tíggju spitalskir menn, tá Jesus kemur framvið. Allir tíggju rópa teir: ”… »Jesus, meistari, miskunna okkum!« ” Øllum tíggju miskunnar Jesus og reinsar, so at henda ræðuliga pínandi deyðasótt víkir frá teimum. Tá ið teir vóru bjargaðir úr neyðini, gloymdu teir níggju at takka frelsara teirra, ella kanska vóru teir ov hástórir nú at fara til Jesus, hin fátæka, sum var tollara og syndara vinur, og veita honum tøkk. Bert ein, samariubúgvin, kom og segði takk. Og Jesus spurdi eftir hinum.

Vælgerð frelsarans og bjargingin frá pínslum og deyða hevði skapað í samáriubúgvanum eina slíka tøkk til Jesus, sum hann við orðum ikki kundi greina. Tí kastar hann seg fyri føtur hansara. Í sær sjálvum er hann einki – bert dust og fon, Jesus er honum alla æru verdur.

Henda søgan um hin eina takksama hevur boð til tín í dag. Tú ert eitt menniskja av heimsins mongu milliónum, sum Jesus kemur framvið hjá. Tú ert neyðstaddur av synd tíni, so væl sum eitthvørt annað menniskja. Hevur tú sæð neyð tína? Hevur tú rópt til Jesus um miskunn og frelsu? Ert tú vísur í, at synd tín er tær fyrigivin fyri Jesu deyða skuld? Eigur tú ta føstu trúgv á Jesus, ta trúgv, sum leiðir teg frá deyðanum inn til ævigt lív? Men hevur tú so kastað teg niður fyri Jesu føtur og sagt honum takk?

Ella ert tú millum teirra, sum Jesus spyr eftir enn?

n.