Hvar ferð tín tíð?

Skrivað: Judith Johannessen

24 tímar í einum døgnið. 60 minuttir í einum tíma. 60 sek í einum minutti.

Hetta er nakað vit ikki fáa broytt, men nakað sum bara er so? Men hvussu nógv av okkum kenna okkum aftur í at vilja/ynskja at dagurin var longri, at tíðin ikki gekk so skjótt, at vit líka kundu seta tíðina á pausu? Tað kann verða tí at vit eru eydnusom, og høvdu ynskt at tíðin gekk seinni so vit fingu nýtt kensluna longri. Tað kann eisini verða tí at vit hava so nógv um at verða, so nógv at gera at vit føla at tíðin ikki strekkir til – av tí sama hava vit kanska ikki tíð at lesa í Bíbliuni, ella at biðja? Tað kann í øllum førum verða ein av útfordringunum sum trúgvandi í 2021. Samfelagið gongur so skjótt, og vit hava so nógvar uppgávur av alskyns slag, og Guð fær teir minuttirnar sum eru til yvurs?

Vit hava tíðina, men tað er upp til okkum hvat vit velja at fylla hana við. Hvønn part fær Guð av tínari tíð? Yvirskotstíðina ella er samband við Guð ein prioritetur í okkara gerandisdegi?

Hetta er bara nakað sum hevur rakt meg persónliga sera nógv síðstu tíðina, tí at vit hava ofta so nógv um at verða, at Guð fær bara mína yvirskotstíð. Tað er ikki tað hann ynskir. Hann ynskir at verða okkara nr.1.

”Trúfastur er Guð, sum tit vórðu kallað við til samfelags við son hansara Jesus Krist, harra okkara.” – 1 Kor 1:9.

Vit eru kallað og skapa, fyrst og fremst til samfelag við Guð og Jesus.