Hvar Gud er at finna

Skrivað: Rósa Pólsdóttir Olsen

Tað eru nokk fleiri ið hugsa, at hetta við Gud kann bíða til eg verði gomul, fái betri tíð, ella til eg fái henda religiøsa longsulin í hjartað. Men hetta er ein vandamikil hugsunarháttur vit gera okkum.

Menniskju søkja Gud í náttúruni, í teirra egna sinni, í eini góðari uppliving ella við at hugsa seg fram til, hvør og hvussu Gud er. Gud er á hesum støðum. Men í ongum av hesum støðunum finna vit inn til tað frelsandi relatiónina til Gud. “Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara og vegir tykkara ikki vegir mínir, sigur Harrin” (Jes 55,8) Og so gevur Gud okkum innlit í, hvar og nær vit kunnu finna hann: “Tí at eins og regn og kavi falla av himni og ikki fara aftur hagar, fyrr enn jørðin er vætað og vorðin gróðursom og hevur latið tað spretta og givið sáð til at sáa og breyð til at eta, soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til.” (Jes 55,10-11) Har, sum Guds orð um Jesu deyða og uppreisn verður boðað, finna vit Gud.

At blíva kristin hevur ikki við sær eina andliga viðurkenning, eina kensluborna uppliving ella eitt strítt stríð. Skal eg gerast kristin, má eg innsíggja, at gangi eg mínar egnu vegir, og livi eg eftir mínu egnu ætlanum, sum ikki føra meg til Gud, ja so bíðar glatanin eftir mær.
Vegurin, sum førir meg til Gud, finni eg ikki av mær sjálvum, hóast eg royni at søkja so nógv sum gjørligt. Guds orð má steðga mær, fáa meg til at innsíggja, at eg bleiv vilst, og seta meg í samband við Jesus, sum er tann einasti vegurin til Gud.

Tí mugu vit virðismeta Guds orð. Tá vit lurta eftir orðinum, lesa í orðinum ella eisini lesa andaktir, er tað í ordan at hava eina meining um, hvussu spennandi, kreativt ella inspirerandi tað er. Men fyrst og fremst skulu vit fokusera uppá, at vit lurta eftir Guds orði, sum skal seta okkum í eina frelsandi relatión til Gud.