Hvat er at biðja uttan íhald?

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Biðið uttan íhald” (1 Tess, 5,17).

Orð kunna misskiljast. Tað eru arbeiði og virksemi, vit eiga at biðja fyri. Sum ungur prestur legði eg til merkis, hvussu gott tað var at hava bønastundir, meðan ein gekk langar túrar úti í náttúruni. Av somu grund dámdi mær tí eisini at hava húsavitjanir. Viðhvørt at nýta súkkluna. Tá eg súkklaði, tað var í støðum bæði strævið og trongligt. Tá fekk eg ikki tikið meg saman  at biðja. Eri nú vorðin greiðir yvir, at tað hevur ikki verið ætlanin hjá ápostlinum at biðja uttan íhald, dag og nátt, alt samdøgrið. Líka mikið hvussu og hvat.

Nei, orðið minnir okkum á ikki at misrøkja regluligu bønarstundirnar. Ápostlarnir høvdu uttan iva eins og Jesus sjálvur tríggjar bønarstundir dagliga: á morgni og kvøldi og umframt hana, ið nevnd er í Ápostlasøguni 3,1: um bønarstundina, um nónbil, ella níggjunda tíman. Tá ið Paulus í brøvum sínum sigur, at hann takkar altíð Gudi fyri tey í Korint, at hann altíð minnist tey í Tessalónika, at hann biður fyri teimum í Filippi, so merkir tað so statt: tær regluligu bønarstundirnar.

Vit eru ikki bundin at nakrari tímatalvu ella nakrari tímaætlan; men hava fingið tey undurfullu framíhjárættindi, “atgongd til faðirin” (Ef 2,18) Hann, sum er Harri okkara, Jesus, keypti okkum við blóði sínum, og tí ræður um at nýta hann og síðani ikki um at tala tær afturvendandi bønarstundirnar, ein ómetalig hjálp. Nevnast kunnu fyrrapartsløturnar í kirkjum okkara, ið kunnu roknast við upp í lovsongin, ið stígur upp frá jørð til himmals, og tær dagligu morgun- og aftanbønir, vit ikki kunna vera uttan.

Síðani kemur tann bønin, vit verða eggjað av viðhvørt, tey gomlu nevndu hana “hjartasuff”. Her er eitt dømi frá Kingo:

Onga tíð er frá mær váði,

alla tíð er hjá mær náði,

aldri uttan sút og trá,

altíð kann eg Jesus sjá.

 

Gráti eg á nátt og degi,

hjálp mær Jesus, at tín gleði

yvir synd og sorgum má

altíð yvirlutan fá.

(SB 507, 1 og 5)