Hvat er ein lærusveinur?

Skrivað: Ragnhard Petersen

Í missiónsboðunum í Matteus 28,18-20, har Jesus gevur lærusveinunum høvuðsuppgávuna hjá kristnu kirkjuni, sigur hann, at teir skulu gera øll fólkasløg til Jesu lærusveinar. Men hvat er ein Jesu lærusveinur?

Tað kann tykjast eitt sindur fløkjasligt at finna útav, hvat ein Jesu lærusveinur er. Tó er tað eitt vers, sum lýsir hetta rættiliga væl. Í Matteus 4,19 kallar Jesus teir fyrstu lærusveinarnar, og hann sigur soleiðis:

“Fylgið mær eftir, so vil eg gera tykkum til mannafiskarar.”

Her bjóðar Jesus nøkrum monnum at fylgja sær og gerast hansara lærusveinar. At “fylgja honum” inniber millum annað, at ein er vorðin sannførdur um, at Jesus er tann, sum hann sigur vera: Guds sonur og heimsins frelsari. Tann, sum livir tað fullkomna lívið og kann geva okkum lut í tí. Tí vil ein vera saman við honum og hava hann sum harra.

Men Jesus sigur eisini, at hann fer at broyta tann, sum fylgir honum. Hann fer at geva lærusveininum eitt nýtt hjarta, sum førir til, at lærusveinurin fer at brúka sítt lív í tænastu fyri Jesus í hansara missión. Hann gerst ein mannafiskari. Tað er ein, sum livir fyri at gera tað sama, sum Jesus gjørdi gjøgnum alt evangeliið og sum hann eisini gav boð um í missiónsboðunum: at gera lærusveinar.