Hvat fer framtíðin at bjóða mær?
Hjá Jeremia profeti í Gamla Testamenti lesa vit hesi uppmuntrandi orðini um, hvat vit kunnu vænta okkum av framtíðini: ”Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð” (Jer 29,11).
Ørindið er tikið úr einum brævi, sum Jeremia profetur skrivaði til sínar landsmenn, sum vóru staddir í Bábel umleið ár 595 fyri Krists føðing. Ísraelsfólk hevði vent sær burtur frá Gudi við sínum lívi og levnaði. Nebukadnesar kongur hevði hertikið landið. Nú sat so meginparturin av ísraelsfólki hertikin í Bábel.
Svikaprofetar høvdu profeterað, at teir nokk skuldu sleppa heimaftur skjótt. Men hetta var lygn! Gud hevði als ikki gloymt tey og hoyrdi teirra bønir, men tíðin var ikki komin enn. Um 70 ár skuldi hann føra tey heimaftur. Gud vildi arbeiða við teirra hjørtum. Vildi, at tey skuldu vísa sína tiltrúgv til hansara, við fyribils at liva eitt vanligt lív í Bábel, gifta seg, nørast í fólkatali, gera sær ómak í arbeiði, vælsigna og biðja fyri sínum gronnum og tí tjóð, sum tey vóru hertikin av. Tí, um tað gekk tjóðini væl, gekk tað eisini teimum væl.
Tá ið so tíðin kom, skuldi hann føra tey heimaftur. Sjálvt um Gud ikki hevði planir um at føra tey heimaftur her og nú, so var tann grundleggjandi ætlanin frá hansara síðu púra greið: Ætlanir um frið og ikki um ógævu (ólukku), til tess at veita teimum vónríka framtíð. Henda ’trongdartíðin’ í Bábel skuldi virka við til, at hjørtuni hjá hvørjum einstøkum ísraela skuldi koma tættari honum, soleiðis at tey veruliga kundu uppliva Guds frið og vónríku framtíð.
Gud er tann sami í dag! Somu ætlanir um vónríka framtíð fyri meg og teg. Er títt hjarta opið fyri honum?