Hvat man maður kunna geva sum viðurlag fyri sál sína?

Skrivað: Annika Osvaldsdóttir Sørensen

“Hvat man maður kunna geva sum viðurlag fyri sál sína?” (Mark 8,37)

Viðurlag merkir, at man gevur/rindar okkurt aftur fyri tað, sum man fær. Gylta svarið upp á Jesu spurning er sjálvsagt: einki! Tað er einki, sum vit kunnu geva afturfyri, sum er líka nógv vert, sum sál okkara.

Tað er stórur eftirspurningur eftir sál okkara. Tveir ríkir keyparar eru. Annar er ríkari og størri enn hin, men hin er sera snildur, og hevur nógv gott og vakurt at samráðast við. Tann fyrri hevur lagt øll kortini á borðið, goldið tann dýrasta prísin, sum nakar kann gjalda, meðan hin seinni brúkar snildi sítt og roynir at lumpa seg til at fáa keypt nakrar sálir. Og tað riggar. Meiri enn so! Hann bjóðar tær ríkidømi, eydnu og viðgongd tey árini, tú ert á lívi á jørðini, í hvussu er at síggja til. Hin keyparin bjóðar satt ríkidømi í allar ævir á himni. Hann sigur, at lívið her á jørð er ikki ein dansur á rósum, men halda vit út gjøgnum roynslurnar, so eru ikki orð fyri, hvussu gott vit fara at hava tað í himli.

Tað er ikki nógv, hann biður um at fáa afturfyri. Hann biður bara um, at tú skalt trúgva, at hann elskar teg treytaleyst. At tú skalt trúgva, at hann elskar teg so nógv, at hann ofraði son sín, fyri at bjarga tær og fyri at hava samfelag við teg, bæði í himli, men eisini her á jørð. Hann vil hoyra frá tær, og at tú skalt søkja hann, tí hann veit akkurát, hvussu tú hevur tað, og hevur eisini svar upp á tínar spurningar. Hann vil gleðast við tær og gráta við tær og ugga teg.

Hann vil TEG, allan sum tú ert; kom til hansara!