Hvat munar tað?
“Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?” (Jóh 6,9)
Vit kenna øll hesa forteljingina úr okkara bíbliu, har Jesus ger undrið við at metta 5000 menniskju við bara 5 smábreyðum og tveimum fiskum. Hetta er jú púra høpisleyst, og tað tykist, sum tað eisini er tankin hjá Andriasi, lærusveininum, sum kemur til Jesus við hesum smádronginum. Hann er komin fram á hendan drongin, sum hevði ein matpakka við, tá hann fór aftaná Jesusi. Andrias spyr Jesus, hvussu hetta lítla skal kunna muna til so mong menniskju?
Vit kenna tað nokk øll aftur í okkara egna lívi. Tað tykist so smátt og lítisvert tað, sum vit hava at geva Jesusi. Øll hava vit syndað, og gera í heilum tað skeiva. Hvussu kann Jesus brúka okkum? Brúka meg? Líka sum Andrias, so gloymi eg dag um dag, at hjá Gudi er onki ógjørligt. Dag um dag havi eg tørv á at verða mint á, at tá eg komi til Jesus og loyvi honum framat, so er hann mentur at vælsigna tað sindrið, sum eg havi at geva honum.
Andrias slapp at uppliva eitt stórt undur henda dagin. Og eisini í dag munar tað, tá vit koma til Jesus við tí, sum vit hava at geva – lat okkum tískil altíð minnast til at venda okkum til Jesus, hvussu lítisvert tað enn kann tykjast, sum vit koma við. Tað lítla í mínum hondum kann gerast stórt, tá Jesus sleppur framat.