Hvat við mær?

Skrivað: Hans Kristian Justesen

”Hann eigur at vaksa, men eg at minka” (Jóh 3,30).

Tað, sum er hent, beint áðrenn at Jóhannes sigur hesi kendu orðini, er hetta: Jesus var byrjaður, saman við sínum lærusveinum, at doypa fólk, sum tóku við trúgv, nærhendis har sum Jóhannes doyparin og lærusveinar hansara eisini vóru og doyptu. Nú sær tað út til, at Jesus er betri umtóktur enn Jóhannes; tað koma nógv meira fólk til Jesus enn til Jóhannes. Hetta leggja lærusveinar Jóhannesar merki til, teir eru týðiliga misnøgdi og siga hetta fyri Jóhannesi.

Men Jóhannes er púra greiður: Hann var bert ein undangongumaður og boðberi hjá Jesusi. Hann skuldi vitna um tann, sum skuldi koma, og tað var Jesus. Jóhannes samgleddist við Jesusi um hvørt einstakt menniskja, sum kom til trúgv. Hann sigur enntá, at gleði hansara var blivin fullkomin! Síðani undirstrikar hann hetta við at siga orðini: ”Hann eigur at vaksa, men eg at minka.”

Jóhannes gevur okkum her eina fyrimynd uppá, hvussu vit skulu liva okkara lív. Peika á Jesus, soleiðis at hann kann vaksa og vit minka.

Men hvat so við mær? Er tað líkamikið við mær, skal eg bert hugsa um onnur? Kann eg minkað burtur í einki?

Als ikki. Prísurin sum Jesus hevur goldið við sínum deyða, fyri at geva hvørjum einstøkum av okkum møguleikan at hava eitt persónligt samband við Gud, vísir týðiliga, hvussu nógv virði, hvør einstakur av okkum hevur.

Í Matteusi 6,33 lesa vit: ”Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.”

Her trúgvi eg, at ein lykil liggur. Við at søkja Guds ríki fyrst, so hjálpir og gevur hann okkum ta røttu javnvágina millum ikki at minka burtur í einki, tæna honum og taka okkum av okkara næsta.