Hvat við teimum ósvaraðu bønunum?
“Náði mín er tær nóg mikið” (2 Kor 12,9).
Tað torførasta við at gerast gamal og at kenna vegin til Guds og hava livað í bønarinnar samfelag við hann í mong ár, eru tær ósvaraðu bønirnar. Víst kann eg siga frá bønarhoyrslum, ja, mongum, enntá dagliga. Eg biði hvønn dag um dagligt breyð og fái tað. Kann sessast til borðs og eta góðan tilgjørdan mat. Áh, hvør bønhoyrsla! Eg kann koma í kirkju og hoyra eina góða prædiku og síðan koma at altarborðinum á tí partinum á jørðini, har eg eri mínum kæru farnu nærmast og eisini Jesusi nærmast; honum eg ikki havi sæð og tó trúgvi á. Og síðan eri eg jú sælur, tí tað var jú orðini, Jesus segði við Tummas: Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva.
Men viðhvørt kann alt hetta ikki fjala oman yvir ein fátækdóm, ið kann gera ein andaligan í ørviti, ja, heilt ørkymlaðan. Bønir, ið als ikki vórðu hoyrdar. Her verður ikki hugsað um bønir, har Gud læt meg vita: hetta mást tú ikki biðja um, tí tær verða ikki svaraðar. Men bønir, vit hava biðið, sum vit vita, eru sambært vilja Guds: bøn um, at eitt annað menniskja verður bjargað, frelst. So vítt, mær kunnugt, kom ongantíð nakað burtur úr tí bøn, og nú er viðkomandi deyður. Ja, eg veit um ein son, sum foreldrini bóðu nógv fyri, tók sítt egna lív. Tí spyrja vit: hvar er Gud í hesum? Hvat verður burtur úr hansara dýru lyftum um bønina í Jesu navni, sum altíð verður hoyrd?
Eg kenni bara eitt svar, sum stendur uppi yvir hesum reglum. Svarið fekk Paulus, tá ið hann heilar tríggjar ferðir hevði bønað og biðið um at taka tann Satans eingil, ið sló hann í andlitið. Gud segði, nei, við hesum orðum: “náði mín er tær nóg mikið.” Haldi, at vit eisini skulu verða nøgd við somu orð.
Óttandi hjarta, hvat vil teg harta!
Gloym ikki alt tað, ið Kristus tær bar:
Hann hevur keypt teg, tváað og doypt teg,
enn hann tó livir og er, sum hann var.
(Sálmabókin 514,5)