Gud er aftan fyri alt

”Tær, Harri, hoyrir tignin til og mátturin, heiðurin, æran og dýrdin, tí at alt er títt bæði á himni og á jørð; og títt, Harri, er ríkið, og tú ert hevjaður sum høvur yvir øllum! Frá tær kemur eyður og hátign, og øllum tú valdar; í tíni hond er megi og máttur, í tíni hond tað stendur, hvør ið skal vera mikil og máttugur; ”
1.Krýn.29,11-12

 

Hygg út í rúmdina okkurt kvøldið! Hvat sært tú? Jú, tú sært mánan og stjørnurnar. Men handan hesi himmallikam er bara myrkur. Vit vita ikki, hvar rúmdin endar. Eingin veit uttan Gud. Í Harrans hond hvílir heimurin, ja, alt universið.

Vit halda okkum vera so máttug, og vit halda, vit kunnu gera alt, men kunnu vit tað? Nei, avgjørt ikki! Hvat kunnu vit gera við tað, at jørðin melur um sólina og ikki øvugt? At tyngdarmátturin heldur øllum á røttum stað og ikki sleppur tí? Vit fáa púrt einki gjørt. So hví nýta tíð av okkara stutta lívi at hugsa um, um Gud er til og um hvør hann er? Tað átti at verið hvørjum manni eyðsýnt, at Gud er til. Hygg rundan um teg! Hvør, heldur tú, hevur skapað allan vakurleikan kring teg? Og hvør hevur skapað teg? Tað hevur Gud. Vit eru øll skapað í Guds mynd. Og hvør er so hesin Gud? Jú, Hann finna vit í Bíbliuni. Hann er tann, ið skapti lív á foldum. Hann er kærleiki, og Hann vil okkum alt tað besta.

Torført var hjá menniskjum at skilja Gud. Men so gjørdist Hann menniskja!? Hann kom til jarðar í mannalíki. Sonurin, Jesus, varð sendur niður á fold at bjarga okkum úr vanda og neyð. Hann kom at vísa okkum á vegin, vit skulu ganga. Og vegurin, hann er Jesus Kristus sjálvur. Hann doyði í okkara stað, og hann tók alla vára synd á seg, so vit við at trúgva á hann og biðja hann um fyrigeving kunnu standa rein sum kavi, ja hvít sum snjó, frammi fyri Gudi á evsta degi.

Okkara lutur sum trúgvandi menniskju her á fold er at boða Guds orð kring okkum og vinna sálir fyri Harran. Eisini skulu vit sum Guds børn spjaða kærleika og gleði kring okkum, lýsa upp í tungum løtum og tó altíð peika á Guds orð.

Jesus hevur gingið undan okkum, hann hevur verið gjøgnum alla neyð og alt myrkur. Líkamikið hvørjari støðu, tú ert í, so hevur Jesus verið har og greinað vegin undan tær. Óttast tí ikki.