Hví elska vit ikki Gud?

Skrivað: Dan Eliasen

“Tí at tann, sum segði: “Tú skalt ikki dríva hor”, hann segði eisini: “Tú skalt ikki sláa í hel” (Ják 2,11).

Tá ið tú lesur tey tíggju boðini, so skalt tú minnast til, hvør ið tað er, sum hevur talað tey. Tað er hin livandi Gud, hann, sum hevur skapt teg. Skapt tíni eygu, at tú kanst síggja, tíni oyru, at tú kanst hoyra, títt hjarta, at tú kanst elska. Tað er hann, sum heldur tær á lívi. Hann, sum hevur skapt alt rundan um teg, sum ger tað møguligt hjá tær at liva. Og hann er tann, sum rannsakar hjarta og kennir allar vegir tínar, veit, hvat ið tú elskar og hvat tú hatar. Hann er tann, sum elskar teg meira, enn tú gert sjálvur ella sjálv og veit, hvat er best fyri teg.

Hvussu ber tað so til, at tað ikki er tað mest natúrliga hjá tær og mær at elska hann av øllum hjarta, allari sál, øllum huga og allari styrki og elska alt tað, sum hann hevur skapt, gjørt og sagt?