Hví ert tú altíð so glaður?
”Harranum lovið, tí at góður hann er, og miskunn hans varir um ævir! ”
1.Krýn.16,34
Tað var ein smágenta, ið spurdi mammubeiggjan: ”Hví ert tú altíð so glaður? Tá tú fert um morgunin, ert tú glaður, tá tú fert til songar, ert tú glaður – allan dagin ert tú glaður og vælnøgdur.” Mammubeiggin, ið júst kom innar úr garðinum, har hann hevði spælt við nøkur børn, bert smíltist.
”Jamen, góða, hvi setir tú altíð fríska mjólk og ikki súra mjólk á borðið til mammubeiggja?” ”Jamen,” svaraði gentan, ”Hví í allari víðu verð skuldi eg sett súra mjólk á borðið, tá vit eiga nógva fríska mjólk inni”
Mammubeiggin smíltist. ”Lurta nú. Hvønn morgun, tá eg fari upp, taki eg Bíbliuna fram, lesi eitt petti, og síðani biði eg til Gud, at Hann má geva mær megi til at fullføra dagsins verk. Hvørt kvøld, tá eg fari til songar, lesi eg aftur eitt petti úr Bíbliuni og síðani biði eg aftur til Gud, at Hann má geva mær megi til at fara ígjøgnum ein dag afturat.
– Skuldi eg so ikki verið glaður og lukkuligur, at eg hvønn dag fái loyvi til at byrja ein nýggjan dag við signing frá Gudi? Sanniliga hevur Gud verið góður við meg, og eg havi alla orsøk til at vera glaður!”
A.J