Hví fara í kirkju?

“Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: »Vit fara í Harrans hús.«”
Sálmur 122,1

 

Thorvald Kristensen
Føroyar munnu vera eitt av teimum fáu londunum, har fólk halda, at tey kunnu vera kristin uttan at fara til gudstænastu, í kirkju ella møtisali.

Tað týdningarmesta í gudstænastuni er bønin. Tá ið Móses møtti Gudi, varð sagt við hann: “Og hann mælti: »Kom ikki nærri! Men lat teg úr skónum, tí at tann staður, sum tú stendur á, er heilag jørð!«” 2.Mós.3,5. Staðið var ikki heilagt av ytri umstøðum, men av tí, at Gud var til staðar. Tá ið vit biðja til Guds í kirkjuni, í heimum okkara ella hvar sum helst, eiga vit at minnast orðini, sum søgd vórðu við Móses. Jesus lovaði at vera teimum nær, sum biðja: “Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.«” Matt.18,20.

At tilbiðja er tað, sum ein persónur ger, tá ið hann er í Guds nærveru. Í gudstænastuni lovprísa vit Gudi í sangi og bøn. Tit hávirða Guds miskunnsemi, vísdóm og kærleika. Vit takka og gleða okkum í gudstænastuni yvir frelsuna í Kristi. Tað sama gera vit í dagliga vitnisburði okkara. Tá ið vit biðja, eiga vit at greiða Gudi frá, hvat ið vit av sonnum hugsa, og hvat ið rørist í sinni okkara, og ikki tað, sum vit halda, at Gud fegin vil hoyra.

Tey fyrstu kristnu samlaðust í templinum, synagoguni ella í heiminum. Eftir at lærusveinarnir høvdu sagt Jesusi farvæl á Oljufjallinum, fáa vit at vita: “Tá ið teir vóru inn komnir, fóru teir upp í loftstovuna, har sum teir vóru vanir at vera … “ So verða nøvnini á teimum ellivu ápostlunum nevnd, og síðani verður hildið fram: “Og tá ið teir vóru inn komnir, fóru teir upp í ta loftsstovuna, har sum teir vóru vanir at vera, Pætur og Jóhannes og Jákup og Andrias, Filippus og Tummas, Bartolomeus og Matteus, Jákup sonur Alfeusar og Símun Zelotes og Judas sonur Jákups. Allir hesir vóru samhugaðir áhaldandi í bønini saman við nøkrum kvinnum og Mariu, móður Jesu, og við brøðrum hansara.” Áps. 1,13-14 Tey komu saman at minnast hin krossfesta og upprisna Jesus, sum hevur lovað at koma aftur. Tey eru virkin. Tey biðja.

Bíblian nevnir fleiri grundir og orsakir til at fara í kirkju og til gudstænastu. Saman við øðrum fáa vit høvi at lovprísa Gudi í sangi og bøn(1.Kor.14,26). Vit fáa høvi at syngja út í orðum gleði og takksemi okkara fyri Guds dagligu leiðslu(Sálma 122,1). Vit kunnu taka lut i bíbliutímum og samtalumøtum(Luk.4,16-21). Vit kunnu lurta eftir boðskapinum og av sonnum styrkjast í trúnni og fáa hjálp at fáa gerandisdagin sum Guds vitni(Róm.10,17). At fara í kirkju átti at verið okkurt gleðiligt, sum vit síggja fram til. Um vit ikki hvønn dag hava felagsskap við Gud, tykist lívið á mangan hátt meiningsleyst. Í gudstænastuni kunnu vit møta Jesusi og fáa eina nýggja byrjan.

Charles Spurgeon skrivaði: “Eitt altar, har bara køld øska liggur á, kann ikki festa eld í kirkjuliðið og verðina alla.” Um tann, sum stendur á prædikustólinum, ikki hevur ein bíbilskan boðskap at bera við Kristi í miðdeplinum og einum heilagum loga í hjartanum, so er betri, at hann tigur. Spill ikki tíðina við óviðkomandi agitatión, og við at svara spurningum, sum eingin setur. Mong kirkjufólk kenna Bíbliuna líka so væl sum talarin. Vit eiga at fyrireika okkum væl, men minst altíð til, at bara Heilagi Andin kann gera Orðið til eitt evangelium, ein gleðiboðskap.
E.Campbell umsetti